Letra Tokspor de Teitur

Letra de Tokspor

Teitur


Tokspor
Teitur
(0 votos)
Vit hava bygt henda stóra býin
Har streymurin ferðast sum eiturkoppaspinn
Fær alt við sum rørir seg á ein og hvønn hátt
Frá harraleysum djórum til tjóvar á nátt
Tokspor røkka víða út og mær leingist heim
At strekkja míni troyttu bein

Fólkini ganga eftir vegnum í frakka
Her hevur verið so kalt at áirnar frysta
ísurin bítur allastaðni hann kann
Sjálvt tokini venja seg aldrin við kuldan
Klokkan fylgir trúføst við tíðini
Skjótt rými eg herfrá, til gongu um eg má

Mær tørvar at venda aftur til at liva smærri
At vera einsamallur við teimum eg kenni
Har eingin hyggur eftir mær við undran
Har eg dugi fuglanna sang frammanundan
Tokspor finnast ikki har, men eg veit ein veg
Ið tó krevur tolsemi


Comparte Tokspor! con tus amigos.


Que tal te parece Tokspor de Teitur?
Pesima
Mala
Regular
Buena
Excelente